This free survey is powered by
Spurnarkanning í sambandi við lærlingaviðurskifti - mai 2017
0%
Exit Survey
 
Endamálið við hesi spurnarkanning er at fáa eina mynd av støðuni hjá føroyskum lærlingum og lærlingaviðurskiftum annars, og at lata lærlingin sleppa til orðanna um hesi viðurskifti. Vit ynskja at fáa lýst nøgdsemi millum lærlingar og bakgrundina fyri teirra útbúgvingarvali, bæði tá ið tað snýr seg um læruplássið og skúlagongdina.

Nakrir av hesum spurningum vóru við í einari kanning, sum Yrkisdepilin gjørdi í 2003 millum handverkarar, sum vóru útlærdir í tíðarskeiðinum 1992-2002.

Ætlanin við hesi nýggju spurnarkanningini er at fáa eina støðumynd av nøkrum av teimum somu viðurskiftunum, ið spurt varð um fyri rúmum 10 árum síðan. Munurin á kanningunum er í høvuðsheitum tann, at tann nýggja kanningin spyr lærlingar, sum eru í læru og eru komnir meira enn í helvt við læruni. Í kanningini frá 2003 vórðu útlærdir handverkarar spurdir.

Við hesi vitan rokna vit við at fáa greiði á, hvørji viðurskifti í sambandi við læruna virka væl og hvørji virka minni væl. Saman um tikið vænta vit at fáa eitt haldbetri grundarlag at taka støðu til týðandi spurningar, ið snúgva seg um útbúgvingarviðurskifti hjá lærlingum, og sum vit annars høvdu verið noydd at gita okkum fram til.

Tá dáturnar eru savnaðar verða tær viðgjørdar í Yrkisdeplinum. Úrslitini verða nýtt í arbeiðinum hjá Yrkisdeplinum at fáa til vega haldbetri grundarlag at taka støðu til týdningarmiklar spurningar í sambandi við útbúgvingaviðurskifti hjá lærlingum.

Dáturnar verða møguliga eisini nýttar í vísindaligum høpi.

Áðrenn tit byrja at svara spurningunum, vilja vit gera vart við, at tit eru ikki noydd at svara spurningunum.

Kanningin er gjørd soleiðis, at ikki ber til at síggja, hvør hevur svarað hvat. Tit eru sostatt tryggjað anonymitet.